top of page
Writer's pictureTórsfest

PÁLL FINNUR PÁLL


Bólkurin hevur útvið 20 ár á baki og løgini hava fingið fastatøku í føroyska

tónleikahválvinum. Tað er nærum ongin veitsla uttan stuttligu og freku sangirnar hjá Páll Finnur Páll og er bólkurin kendur fyri, at hava fangandi og skemtandi løg. Tónleikabólkurin byrjaði í 1999 tá teir tríggir Páll Oddur Rubeksen, Finnur Koba og Páll G. Hammer byrjaðu at spæla saman í Studentaskúlanum í Hoydølum. Við tíðini komu Høgni Reistrup, Ísak Sambleben og Høgni Fagraberg eisini við í bólkin og var samansetingin sera væl spælandi. Bólkurin bleiv veruliga kendur tá lagið Forelskaður Sjónleikari bleiv stóra útvarpshittið á fløguni Bermenn, ið kom út í 2003. Forelskaður Sjónleikari var mest spældi sangur í ùtvarpi Føroya í 2004 og 2005 og munnu tað vera flestu føroyingar ið duga at syngja við til tað lagið. Vit kenna eisini løgini Eg fari mín egna veg, Herbergið, Mín Russiski Vinur og fleiri.



Páll Finnur Páll hava mangan prógvað, at teir fáa áhoyrarafjøldir at kóka, tá teir tríva í vældámdu slagararnar og á Planet Awards í 2009 blivu Páll Finnur Páll heiðraðir fyri at verða ársins tónleikabólkur í Føroyum. Nú 15 ár eftir, eru teir enn størri, enn betri samanspældir og hava enn fleiri løg. og tí verður tað uttan iva ein góð løta, tá teir fara á pallin til Tórsfest 2024. 



Comments


bottom of page