Nik Kershaw bleiv kendur longu í 80’unum, tá hann sum solo sangari útgav løg, ið gjørdust heimskend. Tað munnu vera fá, ið ikki kenna sangin ‘I Won’t Let The Sun Go Down On Me’, men eisini onnur løg sum ‘Wouldn’t it be good’ og ‘The Riddle’ lógu ovast á hittlistum kring heimin í fleiri vikur og vera enn nógv spæld, tann dag í dag.
Eftir at hann sjálvur hevði framført kring allan heim og útgivið hitt omaná hitt, valdi Nik at trekkja seg frá stóra pallinum eina tíð og at leggja orku í at produsera og skriva fyri aðrar tónleikarar - og hann gjørdist nógv eftirspurdur; hann hevur m.a samstarvað við Elton John, Sia, Gary Barlow og Bonnie Tyler, ið øll eru ógvuliga stórar stjørnur.
Tó hevur hann hildið áfram at hildið konsertir og tykist fjepparaskarðin at vera stórur. Tað verður tí sera spennandi at uppliva hann í Havnargøtum 26.juli, tá áhoyrarafjøldin væntandi fer at runga um alla Havnina, til heimskendu løgini hjá Kim Kershaw, á Tórsfest 2024.