top of page
Writer's pictureTórsfest

MARIUS


Hann hevur í fleiri ár verið eitt hitt best umtókta navnið í Føroyum, og hevur inniligi tónleikur hansara veruliga fingið fastatøkur.



Bólkurin hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár, og við løgum sum Nærveran, Góðvarin mynd og Silvurlín, kunnu vit vænta eina einastandandi løtu í hugnaliga umhvørvinum mitt í býnum.


Inniligi sangskrivarin við vøkru røddini og stillføru útstrálingini hevur ikki bert vunnið føroysk hjørtu, tí eisini uttanlands hevur hann javnan konsertir.


Tískil eru vit fegin um at kunngera, at Marius spælur á Tórsfest 2024, og gleða vit okkum at njóta føroyskan tónleik í heimsklassa. Sveimandi tónar­nir frá Marius gera einhvørja løtu betur og ivast vit ikki ikki í, at hetta verður ein av heilt góðu løtunum til ársins Tórsfest.



Comments


bottom of page