Toftamaðurin, ið vit kenna frá donsku X Factor-kappingini, verður við á Tórsfest 2024.
Vit gleða okkum at hoyra hendan dugnaliga sangara, ið vit kenna frá donsku X Faktor sendingini, har hann endaði sum nummar tvey í kappingini.
Hann hevur síðan sendingina verið aktivur á tónleikapallinum, har hann bæði hevur útgivið løg og havt konsertir. Vakra røddin er eyðkenni hansara, men eisini dugir hann sera væl at hava samband við áhoyrarnar, við sínum róliga lyndi.
Tað verður tísskil spennandi at hoyra hann mitt í býnum í Havn, tá Tórsfest er á skrá og vænta vit eina ógvuliga hugnaliga løtu saman við Kára Fossdalsá 26.juli 2024.