top of page
Writer's pictureTórsfest

JÁKUP BECH JENSEN UM NIK KERSHAW

The One AND Only Á Tórsfest


Tað størsta navnið, sum føroyingar kunnu uppliva á føroysku festivalunum í summar, er avgjørt The one and only Nik Kershaw! Eg havi verið sera hugtikin av tónleiki hansara síðani 1985.


Tað byrjaði í Daells Varehus

Í 1985 var eg saman við familjuni í Danmark. Tað var í mai, veðrið var gott, og vit gingu á Strøgnum. Mamma fær tað góða hugskot, at vit skuldu fara í Daells Varehus. Í Daells Varehus vóru fleiri sjónvarpsskermar runt í handlinum, sum spældu tónleikaløg. Av tí at eg keddi meg, fór eg yvir til ein skerm. Tann fyrsti sangurin, eg hoyrdi, var „The riddle“ hjá Nik Kershaw. Guitar riffið fangaði beinavegin mín áhuga, og eg helt, at niðurlagið var sera gott. Og so var nakað spennandi við brúnni í sanginum og eftirfylgjandi partinum við floytu og trummum. Umframt tað var videolagið gátuført, har Nik ferðast gjøgnum ein løgnan bygning. Tá ið sangurin var liðugur, fór eg aftur til familjuna, og vit gingu víðari. Løtu seinri ganga vit framvið einum øðrum skermi, og nú er „The riddle“ aftur at hoyra, og eg varð standandi. Tað vísti seg, at tað vóru bert nakrir fáir sangir, sum koyrdu í umferð, so eg skuldi bara koma tætt til ein skerm umleið hálva hvønn tíma, so kundi eg hoyra sangin aftur. Tað er nokk einastu ferð, eg ikki hava grenjað um at sleppa út úr einum klædnahandli. 



Tað gloymda kassettubandið 

Í 1989 byrjaði eg at arbeiða eftir skúlatíð. Tað var mest fyrifallandi arbeiði; harímillum skuldi eg vaska firmabilin. Eg minnist væl fyrstu ferð, bilurin skuldi vaskast, tí hann var so skitin, og tað var so nógv órudd í honum. Millum annað lógu nøkur kasettubond í handskarúminum. Eg kannaði, um nakað av hesum kundi brúkast. Mitt í hópinum var eitt band við Nik Kershaw. Nú gjørdist bilvask mín yndisløta á arbeiðsplássinum. Millum sangirnir á bandinum vóru nakrir, sum eg ikki hevði hoyrt fyrr. Ein teirra var „Wide boy“, sum mær dámdi beinavegin. Tað var nakað við synthpop ljóðinum og upbeat rytmuni, sum saman við funk inspireraða bassspælinum gjørdi sangin spennandi. Eg spurdi á arbeiðsplássinum, um nakar átti bandið, men eingin kendist við tað. Eg veit um tveir sera dugnaligar tónleikarar, sum høvdu starvast á tí arbeiðsplássinum. Eg haldi at annar teirra má hava átt bandið og gloymt tað eftir. 



Við Smyril til Skotlands at læra meir um Nik Kershaw 

Í 1993 varð skipað fyri konsertferð við Smyril til Skotlands. Konsertin var ikki við Nik Kershaw, men Sir Cliff Richard, og Smyril var á tamb við føroyingum, sum fóru á konsert 3 apríl. Tað eru serliga tvey ting, sum eg minnist frá tí konsertini. Tað fyrsta var, at Cliff byrjaði konsertina við sanginum „The only way out“. Hitt, sum eg minnist, og sum hevði nógv størri ávirkan á meg var tað, sum Cliff segði, áðrenn hann sang „Human work of art“ hjá Nik Kershaw. Áðrenn sangin tosaði Cliff um, at Nik hevði valt at taka ein steðg frá tónleika pallinum, fyri at hugsavna seg um og leggja alla orku í at menna sonin Ryan, sum var føddur við Down syndromi. Hetta gjørdi veruligt inntryk á meg! 



I am the one and only – fyrsta hittið, sum náddi ovastu rók! 

Samstundis sum Nik Kershaw gavst við at framføra tónleik, fór hann undir at skriva tónleik til onnur. Til dømis Cliff Richard, Bonnie Tyler og Gary Barlow. Hóast hann hevur skrivað nógvar ómetaliga góðar sangir, so náddi eingin teirra at gerast nr. 1 á nøkrum hittlista. Ein dagin, eg kom heim frá arbeiði í 1991, tendraði eg sjónvarpið og kom á kanalina MTV. Løtu seinri kom ein sangur, sum veruliga tendraði nakað í mær – “The one and only”! Ein ungur, fyri mær ókendur Chesney Hawkes, sang. Aftur her var tað okkurt við guitar riffinum, sum bara sat, sum tað skuldi. Tað minti kanska eitt sindur um sangirnar „You might“ og „Wouldn’t it be good“ hjá Nik Kersaw. So eg fór í gongd við at kanna málið. Jú mín sann – ikki bara hevði Nik skrivað orð og lag, hann hevði eisini spælt guitaran og framleitt sangin, sum fór beina kós allan vegin uppá toppin á UK singles chart. 



Á Tórsfest 

Tað størsta navnið, sum føroyingar kunnu uppliva á føroysku festivalinum í summar, er avgjørt The one and only Nik Kershaw, sum verður at hoyra á Tórsfest. Eg havi tíverri ikki hoyrt Nik Kershaw live áður. Tí verður hetta ein sera stór uppliving fyri meg. Eg vóni, at hann spælir sangir sum „The riddle“, „Wide boy“, „Don Quixote“, „Wouldn’t it be good“, „I won’t let the sun go down on me“ og sjálvandi eisini „The one and only“! Hetta verður eitt brak av eini konsert, har ung sum gomul kunnu syngja við.




bottom of page