top of page
Writer's pictureTórsfest

DYNAMIT


Nú mugu stemmubondini smyrjast og kroppurin gerast klárur til at hoppa og dansa. Dynamit verða við og teir skapa altíð eina rimmar veitslu :D


Niclas Heri Jákupsson, sum hevur skrivað nógv av stóru hittunum hjá Dynamit, er á odda við sínum altíð góða lagið, orku og góða undirhaldi. 


Vit kenna øll løgini Pápi tín býr ei í Tórshavn, Lat meg vera, Hví gongur Tom altíð skít, Til Allar Kvinnur, Omman við Gjógv, Rudolf, Ein vátur og kaldur drongur, Abbin og vit kundu blivið við. Sangurin, hittið og løtan tá áhoyrarafjøldin fer at syngja allar harðast verður væntandi, tá teir tríva í sangin Grøv nr. 13. Tað slær aldrin feil og hetta verður við vissu ein av festligastu løtunum í føroyska summarinum!



Teir megna at savna fólki og teir megna at fáa áhoyrarafjøldina at syngja sum eingin annar. Eisini megna teir at raka nærum allar aldursbólkar og tí vænta vit eina heilt serliga løtu, tá Dynamit koma at yvirtaka Havnina.

bottom of page