Klaksvíkin hevur av sonnum givið føroyingum eina rúgvu av góðum tónleikarum og tónleikaupplivingum. Og tað tykist at halda áfram. Ungu garparnir úr bólkinum Adrenaline eru á veg fram og eru teir ein spennandi bólkur, ið vit gleða okkum at hoyra á Tórsfest.
Adrenaline er rokkbólkur frá Klaksvík ið er mannaður av Jónas Jacobsen (sang), Tórður Sóleyarson (gittar), Niclas Høgnesen (bass) og Høgni Sørensen (trummur). Á pallinum eru teir bæði lívligir, festligir og undirhaldandi og kunnu vit vænta eina orkumikla konsert, tá hesir koma at rokka Havnargøtur.
Bólkurin hevur longu útgivið fleiri løg og spælt konsertir kring landið. Eisini hava teir luttikið í tónleikakappingunum Sement og Stella Polaris.
Vit gleða okkum at hoyra teir á Tórsfest 2024 ið verður 26.juli.
Comments