


Tórsfest verður
24. juli 2026

Marius Ziska
Tað ein stór fragd at kunngera, at Marius Ziska hevur váttað, at hann og bólkur hansara fara á pall á ársins Tórsfest.
Við vælkendum løgum sum 𝗡æ𝗿𝘃𝗲𝗿𝗮𝗻, 𝗚𝗼́ð𝘃𝗮𝗿𝗶𝗻 𝗺𝘆𝗻𝗱 og 𝗦𝗶𝗹𝘃𝘂𝗿𝗹𝗶́𝗻 kunnu konsertgestirnir gleða seg til eina serliga og hugtakandi uppliving mitt í býnum.
Tórsfest bjóðar sostatt einum av Føroya bestu og mest spennandi tónleikanøvnum á pallin – og lagt er upp til eina minniliga løtu við føroyskum tónleiki í heimsklassa.
RSP
RSP eru kendir fyri sítt frekka og sjarmerandi útrykk, og skapa ein heilt serligan dám á pallinum. Teir spæla við fjøldina, byggja orkuna upp og fáa áhoyrarar at liva seg inn í hvørja einastu linju. Tað er júst henda nærveran og hetta sambandið við fjøldina, sum ger teir til eitt fyribrygdi, ið skal upplivast.
Tá RSP fara á pall á Tórsfest 2026, kunnu vit vænta eina konsert við fullari ferð á – har tónleikur, orka og áhoyrarar smelta saman í eina sanna uppliving.
Christopher
Vælumtókta danska poppstjørnan Christopher kemur at framføra á pallinum mitt í Havn við stórhittum og einum showi, har poppur er í hásæti.
Christopher er eisini vorðin fastur partur av altjóða tónleikapallinum við útseldum konsertum í USA, Suðuramerika, Evropa og Asia.
Við meira enn fýra milliardum stroymingum kring heimin hevur Christopher sanniliga staðfest seg sum eina veruliga altjóða poppstjørnu. Hann hevur merkisverd evni at sameina popp, R&B og nútímans ljóð í fangandi sangum og stórhittum.
Vit gleða okkum til eitt brak av einari poppveitslu, tá Christopher trínur á pall á Tórsfest 2026.
Benjamin Hav & Familien
Eitt av heitastu nøvnunum innan nútímans danskan popptónleik er Benjamin Hav & Familien. Bólkurin spældi tvær útseldar konsertir í Royal Arena fyrr í ár, og skotsbráið frá miðlunum vóru á einum málið: Talan var um eina maktdemonstratión!
Og nú setir Benjamin kós ímóti Føroyum.